Vøran ið verðrur lýst er djús. Fyritøkan sum marknaðarførar eitur mbm. Mbm er ein fyritøka
sum vil tryggja føroyingum føroyska mjólk, og nú eisini føroykst djús. Reklaman er gjørd í
2021. Reklaman er ein kommerciel reklama, tað vil siga at reklaman vísir eina vøru, nakað sum
vit vilja hava, í hesum førum vísa tey eina fitta og góða familju. Tey siga at teirra djús er betri
enn hini, tí at tað er føroykst.
Lýsingar slagið er lýrisk ella kensluborin, tað vil siga at reklaman gongur fyri seg í einum
tíðarleysum universi. Har miðdeplin er stemningur, kenslur og sansir. Har er eingin ordilig
søgugongd men í byrjanina síggja vit at tey eta morgunmat. Annars singja tey bara og vísa
djúsið.
Man sær eina familju av fimm, tvey foreldur ein genta og tveir dreingir. Øll fimm fólkini í
reklamuni gera umleið tað sama, tey drekka djús, peika og vísa djúsið fram. Nøkur til dømis
mamman skapar seg eitt sindur so tað sær stuttligt út. Øll familjan sær fitt út. Pápin er prúður
og hevur eina góða familju, nakað sum nógv mannfólk vilja, men tað kanst tú ikki hava tí at tú
enn ikki hevur keypt djús. So reklaman fær okkum til at halda at man skal hava teirra vøru fyri
Det er gratis at oprette en konto