Endamálið við hesari royndini er at prógva Archimedesar lóg, sum sigur, at tá ein lutur verður sokkin niður í eina vesku, so missir hann líka nógva vekt, sum tann fortrongda veskumongdin vigar. Tað vil siga, at um ein lutur verður sokkin heilt ella partvíst niður í eina vesku, er uppdriftin á lutinum tann sama sum tyngdarkraftin á tí fortrongdu veskumongdini.
Ástøði
Allir lutir, sum verða koyrdir í eina vesku, verða ávirkaðir av einari uppdrift.
Arhimedesar lóg sigur soleiðis: Fupp = mveska · g
g er tyngda acceleratiónin, og mveska er massin á veskuni, sum luturin fortrongir.
Tá ið vit sum oftast ikki kenna massan á veskuni, seta vit formilin inn fyri mveska
mveska = ?veska · V
?veska er massin á veskuni, og V er volumen.
Fupp = ?veska · V · g
Í okkara roynd er veskan vatn, og massin á vatn er 1g/cm3.
Tí er Fupp = V · g
Harafturímóti hálar tyngdarkraftin eisini í lutin. Tyngdarkraftin broytist ikki, tá ið luturin verður koyrdur í vatn. Hetta merkir, at jú meira man søkkir lutin niður í vatnið, jú størri verður uppdriftin. Tá ið tyngdarkraftin er konstant, vil samlaða kraftin á lutinum minka.
Samlaða kraftin á lutinum verður tí:
Det er gratis at oprette en konto