Figurarnar leggja allar hægstan dent á burður- og deyðatal. Grafarnar henda í tíðarskeiðinum frá 1715-2005. Vit síggja hvussu grafarnar eru ógvuliga varierandi. Til dømis er figurur 1 meiri álítandi enn figurur 2. Tann fyrsti er meiri álitandi, tí at tann næsti er meiri gitingar. Vit síggja at tey hava gita, har sum tann stríputa linjan er. Grafarnar vísa fólkavøksturin, talið á føddum á lívi, deyðum og burðaravlopið. Eisini vísa hvussu nógv eru tilflutt og fráflutt. Ì figurið 5 síggja vit eitt stórt tap í netto tilfluttini síðst í 1980’unum, har kreppan spakuliga byrjar at raka Føroyar. Nógv fólk flyta vekk her frá Føroyum tá, men koma aftur mitt í 1990’unum. Nettoflyting er tal av tilfuttum minus tal av fráfluttum.Um fráflytingin er størri enn tilflytingin, verður talið negativt. Flytingin til og úr Føroyum er stór sammett við fólkatalið, ið eisini verður nógv ávirkað av hesum. Í árunum 1980-88 vóru umleið líka nógvir tilflytarar sum fráflytarar, men í 1989-1995 var fráflytingin nógv størri enn tilflytingin, og fólkatalið minkaði tí ógvisligt. Í 1996-2003 var tilflytingin størri, tá nógv fluttu heimaftur eftir at kreppan hæsaði av, í árunum 2004-2007 hava vit havt eina netto fráflyting. Í 2008 var nettoflytingin aftur positiv við 108 fólkum.
Det er gratis at oprette en konto