Innihaldsyvirlit________________________________________________________________________________s.1
Endamál_______________________________________________________________________________________s. 2
Ástøði__________________________________________________________________________________________s. 2
Tilfarslisti_____________________________________________________________________________________s. 3
Hypotesa______________________________________________________________________________________s. 3
Háttalag____________________________________________________________________________________s. 3 - 4
Úrslit_______________________________________________________________________________________s. 4 - 7
Feilkeldur og óvissur______________________________________________________________________s.7 - 8
Kjak____________________________________________________________________________________________s. 8
Niðurstøða____________________________________________________________________________________s. 8
Endamál
Endamálið við royndini er:
At kanna ymisk djór úr Sandsvatni undir einum teleskopi.
At bólka hesi ymisku djórini og vita hvørji tey eru.
At kanna út frá teimum djórunum vit finna, hvussu reint vatnið er. Tvs. at avgera vatnskvalitetin.
Ástøði
Við dálkingarindeksskipanina verður dálkingin met um vegna hjáveruna av vatndjórum. Tey verða nemliga útset fyri tær ymisku dálkingingarnar sum áin hevur verið útset fyri ígjøgnum longri tíðarskeið. Tá man nýti dálkingarindeks, gongur man út eftir hesum treytum:
Organisk dálking minkar um mongdina av ymiskum djórabólkum í ánni. Tað kemur av at organisk dálkan ávarikar og setur iltmongdina niður í vatninum.
Djórabólkarnir hvørva eftir teirra kenslusemi fyri dálking og serligani fyri teirra kenslusemi fyri manglandi ilt. Tey sum eru mest kenslusom hvørva fyrst og tey sum eru meira hørð av sær hvørva síðst.
Soleiðis kann man myndlýsa háttalagið í eina krossskipan við mongdini av ymiskum djórabólkum út av x-aksanum og tey ymiskum reintvatnsorganismurnar upp eftir y-aksanum. Hettar vísist fram í myndini niðri unduri..
Nakrar organisma, t.d myggelarvur, kunna noyðast við 0,5 m/L oxygen pr. litur vatn, meðan onnur reintvatnsdjór krevja yvir 6 m/L oxygen pr. litur vatn.
Det er gratis at oprette en konto