Sjúkdómar ávírka ikki bert tann sjúka persónin, men øll fólk rundan um hann. So sum familju, vinir, kenningar, læknar og onnur. Men tó kann man samanumtikið siga, at sjúkdómar raka mest tann sjúka persónin. Hesin persónur skal liva eitt nýtt lív og fáa nýggja hugsanir um lívið og um sín sjálvs. Man setir sær sjálvum nógvir ymiskir tankar, sum man áður ikki hevði hugsað um. Men tað einast man kann veruliga gera, er at síggja so ljóst uppá støðuna, sum til ber. Man má royna at síggja ljósið í endanum av tunnilinum. Sjúkdómar skaða menniskjasálina, á ein hátt sum bert ein sjúkur veruliga veit alt um.
Søgan er ein stuttsøga, tí hon snýr seg bert um eina hending.
Søgan er skrivð av Peter Seeberg og týdd til føroyskt av Oddfríður Marni Rasmussen.
Peter Ejnar Lauritzen Seeberg var føddu í 1925 og doyði í 1999. Hann var ein danskur modernistiskur rithøvundur, sum serligani viðgjørdi eksistentialismuna og teir ytstu kantanir í lívinum. Hann er tikin upp sum fyrimynd í fólkaskúlanum. Peter Seeberg er serligani hugkveikaður av tí fronsku eksistentialismuni.
Oddfríður Marni Rasmussen er føroyskur rithøvundur. Hann er føddur í Tórshavn 22. februar 1969, og er uppvaksin á Sandi. Hann er formaður í LISA. Hann hevur verið til skips og arbeitt ymiskt fyrifallandi arbeiði. Tvey ár gekk hann í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur skrivað yrkingar og stuttsøgur.
Det er gratis at oprette en konto