Tann innleiðanda royndin__________________________________________Síða 1 - 2
Endamál_________________________________________________________Síða 2
Ástøði________________________________________________________Síða 2 - 4
Hypotesa________________________________________________________Síða 4
Tilfarslisti________________________________________________________Síða 4
Mannagongd______________________________________________________Síða 5
Royndar uppsetaninin____________________________________________________Síða 6
Úrslit___________________________________________________________Síða 6
Feilkeldur og óvissur________________________________________________Síða 6
Kjak og niðurstøða_________________________________________________Síða 7
Keldur__________________________________________________________Síða 7
Tann innleiðanda royndin:
Áðrenn vit fóru til roynduna, høvdu vit eina innleiðani roynd. Royndin var um pH – ábendingarevnið bromtymolblåt, sum verður stytt til BTB. Vit skuldu finna út av hvussu reaktiónini hjá pH – ábendingarevninum er í vanligum vatni, dansk vatni og tá man blesur í vatni við ábendingarevninum.
Royndin byrjaði við:
2 snapsa gløs v/ 4 dropum av BTB
1 vanligt plast glas v/ 10 dropum av BTB
Síðani var gjørt:
Fyrsta snapsa glas: 4 dropar av BTB + 3 ml av kranavatni.
Næsta snapsa glas: 4 dropar av BTB + 3 ml av donskum vatni.
Plast glasið: 10 dropar av BTB + 60 ml av vatni og blást var í við súgvirøri.
Hvat hendi:
Í tí fyrsta snapsa glasinum hendi einki.
Tað næsta snapsa glasið bleiv súrt og gult
Tá vit anda luft út, anda vit CO2 út. So tá blást var í plast glasið, bleiv tað gult, tí CO2 kom uppí.
Hvat royndin prógvar:
Hendan royndin vísir okkum at BTB virkar, tí loysnirnar blivu gular og súrar. Tað er BTB sum gevur farvuna, fyri at vísa okkum at tað bleiv súrt. BTB vísir eisini pH-virði. Um pH-virðið er undir eitt vist, skiftur BTB litin. Einki hendi tá tað var kranavatn blandað við BTB, tí pH-virið á kranavatni er yvir 7. Tá vit nýti danskt vatn bleiv tað gult, tí pH-virið á tí er undir 7. Og tá man andar/blesur CO2 úr lungunum, verður loysnin eisini gul og súr, tí CO2 blandast við BTB. Tí sum man lesur í ástøðinum, so skapast kolsyra av sær sjálvum, tá CO2 upploysist í vatni.
Det er gratis at oprette en konto