Modellroynd: Mekaniskt – Biologiskt – Kemiskt spillvatnsreinsiverk.
Inngangur:
Tekningin vísir eitt mekaniskt, biologiskt og kemiskt reinsiverk.
Spillvatnsreinsiverk verða býtt upp í :
Tann mekaniska partin.
Tann biologiska partin.
Tann kemiska partin.
Eitt mekaniskt reinsiverk er skipað á líknandi hátt: dálkaða vatni fer fyrst ígjøgnum nakrar ristir, sum so burturbeina tey flestu stóru tingini frá íðnaðinum, húsarhaldum og stovnar, so sum klæðir, skógvar og óektaðar tenn. Hereftir verður vatnið leitt víðari í størri kør, har ein slamfraktión fer fram. Tað er at sandur og leirpatiklar fella niður á botn. Slammið kann nýtast til tøð úti á mørkunum, um tað ikki inniheldur umhvørviseitur í størri hópi ella til framleiðing av biogas. Tó verður nógv av slamminum brent í dag á krafthitavirkum. Í tí mekaniska partinum av reinsiverkinum av spillvatn verður feitt tikið frá spillvatninum, feitti flýtur á vatninum slummast frá. Tann Mekaniska reinsingin beinar burtur 30% av tí organiska materialinum, og harvið verður 15-20% av tí samlaða N- og P- innihaldinum burturbeint. Hereftir verður tað mekanisk reinsaða spillvatni koyrt víðari til tann biologiska partin av spillvatnreinsiverkinum.
Tað sum fer fram í tí biologiska partinum í reinsiverkinum er, at lívrunnin evnir (t.v.s. kolhydratir, proteinir, feitt, DNA, RNA og annað frá deyðum dýrum og plantum + tøð og land) verða av bakterium og øðrum mikroorganisnum niðurbrotin til koldioxid, vatn og føðslusøltir. Hetta er júst sama niðurbróting, sum allatíðina fer fram í náttúruni. Tann samlaða niðurbrótingin av lívrunnum evnum í tí biologiska partinum av reinsiverkinum verður:
Det er gratis at oprette en konto