Ascorbinsýrunøgd í C-vitamintablettum
Potentiometrisk titrering
Innihaldsyvirlit
Endamál2
Ástøði2
Tól, tilfar og mynd av uppstillingini5
Mannagongd5
Máliúrslit6
Viðgerð av máliúrstitunum6
Feilkeldur og óvissur7
Niðurstøða7
Endamál
Endamálið við royndini var at finna ascobinsýrunøgdina í C-vitamintablettum við at gera eina potentiometriska titrering við 0,001 M NaOH upploysing.
Ástøði
Sýru-basareaktión
Sýrur eru eitt mýl ella ion, ið kann geva eina proton frá sær (H? ella hydron). Basar eru har afturímóti eitt mýl ella ein ion, ið kann taka ímóti einari proton. Fyri at ein sýra kann geva eina proton, skal ein basi vera at taka ímóti henni, tí ein proton er ein atomkerna og kann ikki eksitera frítt. Hendan reaktiónin kallast sýru-basareaktión.
Eitt dømi er reaktiónin millum hydrogenchlorid HCl, ið er ein sýra, og vatn H?O, ið bæði er ein sýra og basi, men í hesum føri reagerar sum ein basi. Her verður ein H? flutt frá HCl til H?O:
HCl(aq) + H?O(aq) ? H?O?(aq) + Cl¯(aq)
Í einari sýru-basareaktión verður ein kovalent binding sprongd, og ein kovalent binding verður gjørd. Allar sýrur gera oxonium H?O í einari reaktión við vatni. Hjáveran hjá H?O ger upploysingina súra.
Definitión av sýrum
Nakrar fáðar sýrur sum saltsýra HCl, salpetersýra HNO? og svovlsýra H?SO? eru sterkar sýrur, hesar hava stórt lyndi til at geva eina proton burtur. Í tyntari vatnigari upploysing geva sterkar sýrur so gott sum allar teirra H? ionir, men tó eru tað bert tær fáðu sýrurnar, ið fullkomiliga geva teirra H? ionir burtur. Ofta innstillar tað seg ein slags javnvági, so reaktiónin aldrin kemur heilt til enda. Hetta virkar við einum korresponderandi sýru-basapari.
Det er gratis at oprette en konto